Else grafiskur sniðgevi
  • Úr rúgvuni
  • Samband
  • English
  • Menu Menu
  • Facebook
  • Instagram
  • Mail

Privatlívspolitikkur hjá Else Sjúrðaberg

(Dátuverndarkunning)

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Else Sjúrðaberg at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

1. Vit eru dátuábyrgdari

Else er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av  persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Else.

Fa ELSE
Else Sjúrðaberg
Garðavegur 13
FO-700 Klaksvík
Faroe Islands

+298 283151
else@else.fo

V-tal: 592080

Á heimasíðuni Else.fo sæst hvat verður bjóða út av vørum/tænastum.

2. Nær viðger Else persónupplýsingar um teg

Else viðger persónupplýsingar um teg í samband við sølu av vøru og tænastur.

Tað kann verða at Else hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.

Eisini kann tað verða at tú hevur sent, ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu, eina starvsumsókn ella biði um eitt tilboð, o.s.fv. sum ger at Else skal viðgera tað tú sendir inn og hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.

Else hevur bæði eina Facebook/Instagram síðu og eina Youtube síðu. Her viðger Else persónupplýsingar um teg, um tú dámar, viðmerkir ella deilir eitt av uppsløgunum hjá Else. Afturat hesum viðgera tey eisini upplýsingar um teg um tú sendir beinleiðis boð ígjøgnum hesar miðlarnar.

3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Else vil veita verandi og nýggjum kundum eina góða vøru/tænastu, og tí er tað neyðugt hjá Else at viðgera tínar persónupplýsingar.  Tað eru fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar.  Tað kann verða at taka ímóti og viðgerð av ordrum frá tær.  Senda vørur út til tín, veita tænastur í samband við útvegan av vørum/tænastum, svara fyrispurningum og senda rokningar o.s.fv. Ella sagt við øðrum orðum, vit viðgera tínar persónupplýsingar til vanliga kundaumsiting.

3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð

Tað kunnu sum víst omanfyri verða ymsar persónupplýsingar sum Else viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.

  • Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-4 og 6, og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-7, umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
  • Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.

4. Sløg av persónupplýsingum

Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

Tá tú keypir eina vøru ella eina tænastu verða hesar upplýsingarnar viðgjørdar:

  • Teldupost
  • For- og eftirnavn
  • Telefon
  • Kontoupplýsingar
  • Onnur boð, ið kunnu innihalda persónupplýsingar

Um tú ert virkin á sosialu miðlunum, sum Facebook/Instagram/YouTube síðuni eru tað hesar upplýsingar, ið verða viðgjørdar:

  • For- og eftirnavn
  • Mynd
  • Aðrar upplýsingar tú sjálv/ur hevur deilt á tín profil

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Else gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari. Men vit nýta í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera bókhald, goymsla/viðgerð av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum.

6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í  millumtjóðafelagsskapum

Else nýtir sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.

Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

6.1 Else brúkar Facebook og Instagram

Else hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar.  Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Else.  Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.

Um tú sært tað, sum liggur á facebook er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.

Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Facebook.

Else hevur eisini eina Instagram síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Instagram síðuna hjá Else. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Instagram brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.

Um tú sært tað, sum liggur á Instagram er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Instagram og hevur góðtikið politikkin hjá Instagram.

Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Instagram.

Harumframt hevur Else eina Youtube síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Youtube savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Youtube síðuna hjá Else. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Youtube brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.

Um tú sært tað, sum liggur á Youtube er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Youtube og hevur góðtikið politikkin hjá Youtube.

Her kanst tú lesa meira um privatlíspolitikkin hjá Youtube.

7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Sum áður nevnt, so heintar Else tínar persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá okkum og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini verða frá øðrum, sum til dømis bústaðurin hjá tær sum er á t.d. sona.fo, sum tú hevur gjørt alment kent.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

Else hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.

Hettar merkir at viðgerðin er bert í gongd so leingi hon er neyðug.

9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering

Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.

10. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini.  Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).

10.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

10.2 Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

10.3 Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

10.4 Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.  Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at Else skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.

10.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

10.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

10.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

10.8 Rætturin at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga.   Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Else á else@else.fo

10.9 Klaga til Dátueftirlitið

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Metir tú, at Else ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.   Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo

–

Hesin privatlívspolitikkur er seinast góðkendur av Else, tann 9. september 2022

Úr uppgávuhópinum

  • Heimasíða til Melcon ráðgevandi verkfrøðingar12/01/2023 - 13:30
  • Talgild lýsing11/01/2023 - 14:18
  • Well nethandil11/01/2023 - 11:31
  • Nethandil til Latara07/09/2022 - 10:32
  • Búmerki til Roykstovuna02/09/2022 - 11:47
  • Heimasíða lutzen.fo31/08/2022 - 14:25
  • Visitkort til FIPO31/08/2022 - 09:35
  • Flyer og foliusniðgeving á front31/08/2022 - 09:27
  • Búmerkið til Tóru Lützen30/08/2022 - 14:18
  • FIPO búmerkið30/08/2022 - 13:27
  • FUGLARK heimasíða16/07/2021 - 11:16
  • Heima í Havn búmerkið14/06/2021 - 10:15
  • Súkkluverkstaðurin hjá Gunnari – búmerkið14/06/2021 - 09:55
  • Eta búmerkið14/06/2021 - 09:36
  • Eta ljósskeltið12/06/2021 - 16:16
  • Skelting og annað til No1212/06/2021 - 15:03
  • No12 búmerkið12/06/2021 - 14:30
  • Matskrá og folia til TARV10/06/2021 - 10:12
  • Heimasíða til Tannspenn23/02/2021 - 15:50
  • Heimasíða fyri Kjartan Simonsen – MAN lastbilasøla og verkstaður23/02/2021 - 11:54

Samband

Else Sjúrðaberg
grafiskur sniðgevi

Garðavegur 13
700 Klaksvík

+298 283151
else@else.fo

Fylg mær á Facebook og Instagram

 

grafiskur sniðgevi

Tørvar tær hjálp?

Yvast tú í hvat og hvussu?
Set teg í samband við meg.
Vit finna heilt sikkurt út av onkrum.

Send mær ein fyrispurning her

© 2023 Else. Ein heimasíða frá ELSE

Scroll to top

Henda heimasíða brúkar kennifílur.
Gert tú onki og heldur fram á heimasíðuni, játtar tú samstundis nýtsluna av kennufílum.

Eg góðtakiNei takkStillingar

Kennifílur og privatlívsstillingar



Hvussu síðan brúkar kennifílur

Vit brúka kennifílur, so vit vita, nær tú vitjar heimasíðu okkara, og til at veita tær eina betri heimasíðu.

Trýst á tær ymisku yvirskriftirnar, so tú fært betri yvirlit. Tú kanst eisini broyta í valunum. Gev gætur, at sløkkir tú onkrar kennifílur, kann tað ávirka tínar royndir og tænastur á heimasíðuni.

Neyðugar kennifílur

Hesi kennifílur eru all neyðugar, tí tey geva atgongd til tænastur gjøgnum okkara heimasíðu og til brúk av hesum tænastum.

Av tí at, at hesar kennifílur eru neyðugar til at veita heimasíðuna, hevur tað ávirkan á, hvussu síðan virkar, um tú velur tey frá. Tú kanst altíð sløkkja ella strika kennifílur við at broyta stillingar og blokera kennifílum á heimasíðuni.

Vit virða, um tú velur kennifílur frá, men fyri at sleppa undan at spyrja upp í saman, so mást tú loyva okkum at goyma kennifílur til tað. Velur tú kennifílur frá, taka vit tær burtur á okkara síðu.

Google Analytics kennifílur

Hesar kennifílur samla upplýsningar sum hjálpa okkum at síggja og skilja hvussu okkara heimasíða verður brúkt.

Um tú ikki ynskir, at vit skulu síggja, hvussu síðan verður brúkt av tær, kanst tú broyta tað her:

Aðrar uttani frá tænastur

Vit nýta eisini ávísar uttanhýsis tænastur so sum Google Webfonts og uttanhýsis videoveitara. Hesir kunnu møguliga savna persónsupplýsingar so sum tín IP bústað. Tú hevur møguleika at forða hesum. Gev gætur, at hetta kann ávirka upplivingina hjá tær av síðuni. Broytingarnar eru virknar, tá tú hevur startað síðuna av nýggjum.

Google Webfont stillingar:

Privatlívspolitikkur

Til ber at lesa nærri um kennifílur og um privatlívspolitikkin á síðuni Privatlívspolitikkur

Ja takkNei takk