Skelti og ymiskt annað til No12
Tá ið No12 djús- og sportbarr í Gundadali lat upp, fekk eg tí uppgávu at sniðgeva skeltir uttanfyri, foliusniðgeving á vindeyguni, sum tað eru nógv av og stór eisini. Veggirnir innan fingu eisini øll búmerkini eg kundi finna av núverandi og gomlum fótbóltsfelagnum. Matskrá var eisini framleidd. Serviettar. Við tíðini er nógv ymiskt annað framleitt. Búmerkið á kopp, fløsku, í kølikassan – búmerki á hyllarnar, gávukort, vip-kort, ítróttartroyggjur, blaðlýsingar, livandi lýsing kring hondbóltsvøll …
Myndirnar eru læntar frá Gist&Vist