Nýggi Gadus nýggjan pakning
Í samband við at nýggi Gadus hjá JFK kom á Klaksvík í oktober 2023, var eg so heppin at sleppa at sniðgeva nýggja pakningin til teirra. Niðanfyri síggjast tveir av pakningunum. Eisini er framleidd ein smærri stødd, sum tit finna í føroysku handlunum og ein annar pakningur til Føroya Sjómannadag, har øll fáa høvi at smakka frálíka toskin frá JFK heilt ókeypis. Pakningurin fyri Gadus varð gjørdur í samstarvið við Jastrid Gullaksen, sum hevði skipað fyri myndatøkuni. Myndin er tikin av Eyðbjørn Jacobsen. Pakningurin er framleiddur av Vestpack.