Búmerki, lýsing og klippikort til Roykstovuna
Í samband við at Roykstovan ynskti klippikort – avsláttarkort til sínar kundar, so slapp eg eisini at gera teimum búmerkið. Tað tekur støðu í skeltinum, sum hongur uttan fyri, omanfyri inngongdina. Skorið út í træplátur. Bókstavirnir vóru reinteknaðir og rættaðir eitt sindur, síðani var ein hóskandi ‘tagline’ funnin og sum prikkin yvir i’inum, teknaði Bodil Joensen við hond, eina prikktekning úr týssj, av húsunum. Hetta riggaði so sera væl.
Framleitt vóru 3 kort og ein lýsing.