Eta ljósskeltið og alt møguligt annað
Ljósskeltið til Eta í Vágsbotni og alt møguligt annað havi eg sniðgivið. Eta er útvið staðið hjá Gist&Vist, men Eta er – ella var tá, eisini heiti á teimum, sum veita mat og drykkivørur til festivalarnar og stóru stevnurnar kring landið. Í Vágsbotnið havi eg sniðgivið ljósskeltir uttan á húsinum, foliu á vindeyguni og innan. Skermarnar koyra við ymiskum á, sum eg frá Klaksvík plagdi at broyta (men nú er alt tað broytt). Matskrá omanfyri pitsaovnarnar og eisini pitsaeskjur í ymiskum støddum. Kaffikopp. Serviett. Lýsingar. Ymiskar bannarar. Endurnýtslukopp til festivalarnar og fótbóltsdystir … alt hetta og mangt, mangt annað – umframt at sniðgeva sjálvt búmerkið og heimasíðuna til eta.
Myndirnar eru læntar frá Gist&Vist