Nema kalendarin
Í nøkur ár havi eg havt tað uppgávu at samla upplýsningar og tilfar inn til kalendaran, seta hann upp, tillaga streymkurvarnar eftir tí innkomna tilfarinum, rokna út hvussu sólirnar eita komandi ár o.s.fr. Mær dámar væl hesa uppgávuna. Hon er rættuliga annarleiðis enn allar hinar eg geri. Eisini er tað stuttligt at síggja hvussu nógva staðni kalendarin hongur uppi í virkjum, heimum, bátum … kring alt Føroya land. Sniðið sum hann hevur nú, eigur Nema. Árini 2021, 2022 og 2023 eru eisini gjørd og seinasta árið finnur tú á síðuni hjá nema.fo