Mikkeller Tórshavn búmerkið
Niðri í gomlu Havnini – heima í Havn, liggja fýra matstovur og so eisini ein ølbarr.
Tá eg fekk uppgávuna at gera teirra búmerki, vóru fleiri heiti uppi at venda og endaliga var navnið ikki ásett.
Ølið skuldi verða kenda merkið úr Keypmannahavn Mikkeller. Eg gjørdi nøkur hugarok og úr ein av teimum seinastu er fyrsta myndin.
Endaliga sniðið var framleitt av mínum hugskotið, men tillagað av grafikaranum hjá Mikkeller, Keith Shore, úr Philadelphia USA.
Seinnu myndirnar eru læntar frá Gist&Vist