Bøkur

Líka síðani eg fór í læru sum grafikari á bókadeildini hjá Dimmalætting, havi eg gjørt eitt ótal av bókum. Summar bert gjørt permur til, aðrar umbrotið, tekningar og uppaftur aðrar gjørt alla bókina. Eina tíðina var tað in at gera E-pub bøkur, sum eg so eisini gjørdi nakrar av.

Á myndini er bert ein brotpartur av øllum bókunum. Frá 1998 til í dag eru tað barna- og ungdómsbøkur fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags. Undirvísingarbøkur fyri Sprotan og NÁM og so eina rúgvu av skaldsøgum, yrkingasøvnum, o.s.fr. fyri Sprotan. Bókin sum sæst best á myndini Sagnaslóðir fram við strendur, er ein av fyrstu bókunum eg umbreyt. Hetta var heilt afturi í farnu øld – 1999.