Tannspenn.fo

Soleiðis! Nú er nýggja heimasíðan hjá Tannspenn løgd út. Eg eri ordiliga væl nøgd við síðuna. Einkul, løtt og pen. Haldi eisini at kundin er væl nøgdur, sum er tað mest umráðandi 🙂 Samstundis er eisini ein facebook business síða gjørd fyri Tannspenn. Tit eru vælkomin at fylgja við tí síðuni. Klara Photography hevur tikið starvsfólkamyndirnar.

Nýggj heimasíða fyri Heygum Petersen Thomsen Advokatar

Nú er nýggj heimasíða fyri Heygum Petersen Thomsen Advokatar løgd út. Tað er so deiligt at fáa uppgávurnar lidnar. Henda heimasíðan hevur eisini verið ávegis í eina tíð. Haldi at hon eydnaðist bara heilt væl. Finnur Justinussen hevur tikið myndirnar.

Nýggj heimasíða fyri man.fo

Jey – nú er hon endiliga við at verða liðug. Eg havi verið í gongd við hesa heimasíðuna í eina tíð. Fyrstu síðuna eg gjødi fyri Kjartan Simonsen (babba), var í 2015. Tað er nakað síðani, serliga havt í huga, tá tað var ein av teimu fyrstu heimasíðunum, sum eg gjørdi. Gamla síðan var ikki fartelefon vinarlig og so er servarin sum hon liggur á, so gamal at Adobe hevur valgt bara at sløkkja hann nú í nærmastu framtíð.

Nýggja síðan er gjørd fyri beiggja mín, Bjørn og konu hansara Mariu – Bjørn, sum 1. oktober í fjør, tók yvir Sp/f Kjartan Simonsen. Henda heimasíðan er nýtímans, ljós og fylgir vegleiðingunum frá MAN samtakinum, sum krevur ein ávísan standard.