Matskrá og foliusniðgeving til TARV
Tá The TARV matstovan í Vágsbotni lat dyrnar upp, fekk eg millum annað uppgávurnar at sniðgeva heimasíðu, matskrá til kvøld, matskrá til kafe, vínskrá, foliusniðgeving inni og úti og ymiskt annað. Tað vóru spennandi uppgávur at loysa. Eg bleiv so serliga glað fyri úrslitið av glashurðini inni aftan fyri barrina. Glashurðin fekk frostfoliu á, sum hevði lit av barrnini prentað á eisini við einum lítlum gloppi ímillum, so tað hómast inn aftanfyri. Eisini rigga matskráirnar sera væl. Tær vóru gjørdar úr plasti og foliu, so at tær tola nógv av. Vínskráin er prenta út á serligt útvalt pappír til endamálið.
Myndirnar eru læntar frá Gist&Vist