Um meg

Fødd og uppvaksin á Varpini í Klaksvík og gekk í skúlanum á Ziskatrøð í 9 ár. Síðani í Student í Gøtugjógv og seinasta árið á Kambsdali. Eftir tað arbeiddi eg tvey ár á Dekostovuni, sum Oddbjørg Højgaard hevði. Eg skrivaði skeltir, tók telefonina og slapp viðhvørt at pynta ymisk vindeygu. Í 1998 eydnaðist at fáa lærupláss til grafikara á bókadeildini á Dimmalætting. Tað var eitt avbera gott lærupláss. Har á deildini var tað ikki sjálv avísin, sum vit arbeiddu við, men ymiskt annað, sum bleiv framleitt. Nevnast kann Starvsblaðið, Barnablaðið Strok, Pedagogblaðið, bøkur, faldarar, formularar, girokort, visittkort … Beint eftir sveinastykkið, fekk eg arbeiði, sum kreativur leiðari á ReproZ. Tað var ein ótrúliga spennandi starv og ein góð tíð. Aftan á tað arbeiddi eg í tvey tíðarskeið á Vasti/Estra og eitt heilt stutt tíðarskeið á Sendistovuni.

Hálvan apríl 2011 skrásetti eg Fa. ELSE. At hava mína egnu fyritøku hevur verið stuttligt, gevandi og krevjandi. Av vansum kann eg nevna at eg viðhvørt havi saknað sparring. Fyrimunirnir eru nógvir – tað at vera egni harri er so deiligt, men eisini havi eg ment meg ótrúliga nógv sum grafikari. Nú skal eg ikki bara gera tær uppgávurnar, sum eg geri skjótast, men havi eisini lært meg næstan alla viftuna (nær blívur man liðug?). Her kann eg nevna heimasíður, webbannarar, livnandi lýsingar í ítróttarhøllum …

Eg eri gift Hanusi Sjúrðaberg. Í dag eiga vit 4 gentur, sum eru føddar í 2005, 2008, 2009 og 2018.