Um meg
1975
Fødd í Klaksvík
Eg eri fødd og uppvaksin í Klaksvík. Heimið var á Varpini í Jørundsgøtu, beint omanfyri ferguleguna. Mangan eri eg vaknað við ljóðinum av bilum sum koyrdu umborð ella í land. Eg hevði ein góðan og tryggan uppvøkstur. Mínar barndóms- og ungdómsvinir frá Jørundsgøtu, fólkaskúlanum, Betesda og stundentartíðini eru flest allir enn mínir vinir – tað seti eg stóran prís upp á og eri takksom fyri.
1995
Flutti til Havnar
Eftir lokið studentarprógv fóru tvær vinindur og eg til USA í stutta tíð. Síðani arbeiddi eg á flakarvirki í Árnafirði og so aftur í stutta tíð til USA. Um tað tíðina fekk eg arbeiði á Dekostovuni í Havn, sum lá beint við síðuna av SMS. Eg sat og skrivaði skeltir og plakatir, og tók ímóti fólki og svaraði telefonini. Viðhvørt fekk eg til uppgávu eisini at dekorera onkur vindeygu, sum eg helt vera nokk so stuttligt. Eg fann eina kjallaraíbúð í Torfinsgøtu at búgva í. Tað var ein sera góð tíð.
Á Dekostovuni arbeiddi ein grafikari. Tað sá so stuttligt út …
1998
Fór í læru sum grafikari
Eg søkti nøkur lærupláss og í 1998 eydnaðist at fáa pláss á bókadeildini á Dimmalætting. Tað var eitt avbera gott lærupláss. Har á deildini var tað ikki sjálv avísin, sum vit arbeiddu við, men ymiskt annað, sum bleiv framleitt. Nevnast kann Starvsblaðið, Barnablaðið Strok, Pedagogblaðið, bøkur, faldarar, formularar, girokort, visittkort …
Beint eftir sveinastykkið fekk eg arbeiði sum kreativur leiðari á ReproZ. Tað var ein ótrúliga spennandi starv og ein góð tíð. Síðani tá havi eg arbeitt í tvey tíðarskeið á Vasti/Estra og eitt heilt stutt tíðarskeið á Sendistovuni.
2011
Mína egnu fyritøku
Hálvan apríl 2011 leyp eg so út í tað. Eg skrásetti Fa. ELSE í mvg skipanini. At hava mína egnu fyritøku hevur fyrimunir og vansar, menst fyrimunir. Av vansum kann eg nevna at eg viðhvørt havi saknað sparring. Fyrimunirnir eru nógvir – tað at vera egni harri er so deiligt, men eisini havi eg ment meg ótrúliga nógv sum grafikari. Nú skal eg ikki bara gera tær uppgávurnar, sum eg geri skjótast, men havi eisini lært meg at gera fleiri ymiskar aðrar. Her kann eg nevna heimasíður, webbannarar, livnandi lýsingar í ítróttarhøllum …
Eg eri gift við Hanusi Sjúrðaberg. Í dag eiga vit 4 gentur, sum eru føddar í 2005, 2008, 2009 og 2018.